Situr hon í stovuni
hon er nú á netinum
situr hann í stólinum
man hon pussa fjaðrarnar
hvønn hon skrivar við veit hon
hann veit onki hann fekk gron
hvar hon er hann veit tað ei
hon er farin egna leið
Soleiðis fara kvøldini
hvørva øll í rúmdini
doyggja tey í syndini
skal hann pussa fjaðrarnar
nú var aftur onkur har
hann má gita hvør tað var
kanska alt er sum tað skal
men hon hugnar sær nú væl
Gongur hann á gøtuni
telur allar stjørnurnar
livir nú í løtuni
troytir allar gøturnar
brádliga er onkur har
hann má gita hvør tað var
hvør tað er hann veit tað ei
men hann fer nú egna leið
hann fer nú so beint avstað
eftir tí hann hevur sæð
kanska alt var sum tað skal
men hann hugnar sær nú væl
kanska alt var sum tað skal
men hann hugnar sær nú væl