Charlie var ein løgin apa
Ikki sum aðrar apur plaga at vera
Hann var vanur við at tapa
Og hinar apurnar plagdu hann at provokera
Lívið í skógnum hevði hann fingið nokk av av
Hann vildi inn í býin at tjena pengar
Hann var ikki nøgdur fyrr enn hann bara svav
Og hevði pengar í banar langar
Hinar apurnar kundu bara latið vera við at provokera Charlie
Nú er ov seint til at umbera fyri at hava provokera Charlie
Skjótt dagar og mánaðar gingið
Charlie var vorðin stuntmaður
Sítt dreymajobb hevði hann so fingið
Endiliga var Charlie glaður
Charlie var nú vorðin heimskendur
Í øllum teimum stóru filmunum hann spældi við
Frá arbeiðnum hann aldrið kundi blíva rendur
Uppeftir hansara karriera farin á glið
Hinar apurnar kundu bara latið vera við at provokera Charlie
Nú er ov seint til at umbera fyri at hava provokera Charlie
Charlie var nú komin á toppin
Hann átti sína egnu Harley
Í Playgirl vísti hann nú kroppin
Hetta var saga´in um Charlie
Hinar apurnar kundu bara latið vera við at provokera Charlie
Nú er ov seint til at umbera fyri at hava provokera Charlie